XBRL

Vit bjóða okkum fram at umskipa Ársfrásøgn og Skattaroknskap hjá tínum virki til XBRL.

Arbeiðið verður gjørt á skrivstovu okkara í Tórshavn, og miða vit móti at levera XBRL-fílarnar innan 24 tímar eftir móttøku av tilfarinum. Roknast kann tó við eitt vet longri avgreiðslutíð, beint upp til freistina fyri innlating av Ársfrásøgn og Skattaroknskapinum 30. juni.

Samlaði kostnaðurin fyri at umskipa Ársfrásøgn og Skattaroknskap til XBRL er kr. 2.000, umframt mvg.

Um tú ynskir at gera brúk av tænastu okkara, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Heinta hesa excel-fílu til brúk fyri Skattaroknskapin, og so er bert at senda okkum Ársfrásøgn (excel, word ella pdf) og Skattaroknskap í telduposti til: vinnurad@gmail.com

Vit kunnu eisini hjálpa smærri fyritøkum uttan grannskoðaraskyldu at uppseta Ársfrásøgn og Skattaroknskap. Fyri nærri kunning um hettar, ella XBRL-umskipanina, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis teldupostin, ella við at ringja til okkum á 288401.