XBRL

Í samstarvi við ein av fremstu norðurlendsku veitarunum innan XBRL, kunnu vit bjóða okkum fram at umskipa Ársfrásøgn og Skattaroknskap hjá tínum virki til XBRL.

Arbeiðið verður gjørt á skrivstovu okkara í Tórshavn, og miða vit móti at levera XBRL-fílarnar innan 24 tímar eftir móttøku av tilfarinum. Roknast kann tó við eitt vet longri avgreiðslutíð, beint upp til freistina fyri innlating av Ársfrásøgn og Skattaroknskapinum 2. juli.

Samlaði kostnaðurin fyri at umskipa Ársfrásøgn og Skattaroknskap til XBRL er kr. 1.250, umframt mvg.

Vit megna eisini at umskipa Ársfrásagnir hjá størri fyritøkum og samtøkum í klassa C og D. Ynskir tú nærri kunning um hetta tilboð, so set teg í samband við okkum.

Um tú ynskir at gera brúk av tænastu okkara, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Heinta hesa excel-fílu til brúk fyri Skattaroknskapin, og so er bert at senda okkum Ársfrásøgn (excel, word ella pdf) og Skattaroknskap í telduposti til: vinnurad@gmail.com

Vit kunnu eisini hjálpa smærri fyritøkum uttan grannskoðaraskyldu at uppseta Ársfrásøgn og Skattaroknskap. Fyri nærri kunning um hettar, ella XBRL-umskipanina, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis teldupostin, ella við at ringja til okkum á 288401.